Reglur og treytir

Við at nýta rss.fo, ella nakra undirsíðu av rss.fo, viðtekur tú okkara reglur og treytir. Vinarliga les hesar nágreiniliga.

  • Vit hava loyvi at leggja smákøkur (cookies) á teldu tína, undir tínari vitjan á rss.fo, ella nakrari undirsíðu av rss.fo 
  • Vit hava loyvi at persónligera tína uppliving á rss.fo, ella nakrari undirsíðu av rss.fo, alt eftir hvat tú vanliga lesur.
  • Um ikki boða er frá øðrum, við keldu ella á annan hátt, so er tilfarið ognað rss.fo. Dømi um tilfar ið rss.fo ikki eigur, eru greinar, ið boða frá at kelda teirra er ein onnur enn rss.fo.
  • Ikki er loyvt at nýta tilfar, ið er ogna rss.fo, til endamáls at vinna pening. Tó er undantak fyri tey ið hava fingið skrivligt loyvi frá rss.fo. Dømi um eitt brot á reglur og treytir, er um búðmerki hjá rss.fo, verður nýtt til endamáls at vinna øðrum enn rss.fo pening.
  • Brot á reglur og treytir okkara, gevur okkum rætt til at krevja endurgjald fyri mistan vinning v.m.